Á midnátt kom nýggi útróðrarbáturin Maru á Strendur. Báturin er av íslendska slagnum Seigur, men er bygdur í Litava. Báturin skal fiska við línu og hevur egningamaskin.
Nakað er eftir at gera við bátin. Línuútgerðin, egningamaskinan og pavnar skulu setast upp á dekkinum og so skal báturin annars gerast klárur til fiskiskap.
Eigararnir siga, at tað tekur óivað tað mesta av hesum mánaðinum, áðrenn farið verður til fiskiskap.
Báturin er 12,4 metrar langur, 4,5 metrar breiður og hevur ein 294 Kw Scania motor. Hann tekur uml. 25.000 pund í lastina. Hann hevur síðuskrúvu aftan og framman og er sterkt bygdur.
Eigaranum Sp/f Aron, Føroyar, verður ynskt Guds signing við Maru.
-
(Mynd: Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Sjómansmissiónin)
-
(Mynd: Sjómansmissiónin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald