Innanlands

Nýggi Vermland á Hvalvík á fyrsta sinni

Nýggja skipið skal hava heimstað í Streymnesi

(Mynd: Sjómanstrúboðarin)

(Mynd: Sjómanstrúboðarin)

2025-09-24 18:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag kom nýggi Vermland hjá Sp/f Vermland á kaiina í Hvalvík. Gamli Vermland hevði heimstað í Danmark, men eigararnir hava hesaferð valt, at nýggja skipið skal hava heimstað í Streymnesi, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Í sambandi við at nýggi Vermland fyri fyrstu ferð vitjaði á kaiini í Hvalvík, vóru borgarstjórin og formaðurin í vinnu- og umhvørvisnevndini umborð og heilsaðu uppá manningina og eigararnar við einari heilsan. 

Sjómanstrúboðarin vitjaði eisini umborð og fekk høvið at halda eina andakt og bað signing yvir skip og manning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder