Innanlands

Skulu byggja størstu tvíkilju higartil í Føroyum

MEST og MOWI hava gjørt avtalu um, at MEST byggir eina tvíkilju, sum er 24 metrar long og 12 metrar breið. Hon skal eftir ætlan latast MOWI í apríl 2027 og serliga sniðgevast til at vera vinnufar í alivinnuni

Hans Jákup Mikkelsen, stjóra á MOWI í Føroyum og Mouritz Mohr, stjóra á MEST, tá sáttmálin var undirskrivaður (Mynd: Mest)

Hans Jákup Mikkelsen, stjóra á MOWI í Føroyum og Mouritz Mohr, stjóra á MEST, tá sáttmálin var undirskrivaður (Mynd: Mest)

2025-09-25 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag hava MEST og MOWI undirskrivað avtalu um bygging av eini tvíkilju, sum er 24 metrar long og 12 metrar breið.

Hetta er ikki eiti á, tí talan verður um higartil størstu tvíkilju í Føroyum.

MEST skrivar eisini, at hon er eitt greitt tekin um tørvin á størri deksplássi, størri útgerð og umstøðum umborð.

- Umborð á tvíkiljuni eru tvey 1 manskømur, umframt galla og uppihaldsrúm. Tvíkiljan er serliga sniðgivin til nýtslu sum vinnufar í alivinnuni í Føroyum og líkur krøvini hjá Sjóvinnustýrinum. Fyri at nøkta krøvini til at lyfta og handfara størru útgerðina, sum alibrúkini brúka, er tvíkiljan millum annað útgjørd við tveimum stórum kranum

Tvíkiljan skal hava stórar bóg- og síðuskrúvur, og verður latin við DP-skipan.

- MEST fylgir væl við menningini í alivinnuni og leggur seg eftir at veita framkomnar tvíkiljur í eini høgari góðsku til kappingarførar prísir, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Tvíkiljan verður latin í apríl 2027.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder