Íslendska línuskipið Núpur úr Patreksfirði í Íslandi liggur í løtuni í Skálabotni, har skipið bíðar eftir, at tað skal høggast upp á Skála. Men hóast skipið hevur haft heimstað í Íslandi síðstu mongu árini, so er skipið er ikki ókent í Føroyum
Talan er um knapt 49 ára gamla línuskipið Núp, sum upprunaliga varð bygt til felagið P/r Núpur við Svend Thulesen í Klaksvík í 1976.
Skipið skifti tó longu eigara í 1978, tá ið Kjølbro í Klaksvík keypti línuskipið, men hevði framvegis heimstað í Klaksvík.
Skipið var eitt av nýggju systurskipum, sum vórðu rópt fyri ''polakkarnir'' og hetta tí at skipini vórðu øll bygd í Pólandi.
Núpur hevði tó ikki leingi heimstað í Klaksvík, tí 1981, varð skipið selt til Íslands, har tað framvegis hevði navnið Núpur, sum tað eisini hevur havt øll árini, hóast skipið fleiri ferðir hevur skift eigarar í Íslandi.
Alt fær ein enda, og dagarnir hjá fyrrverandi føroyska línuskipinum eru nú við at verða taldir.
Skipið er selt og skal høggast upp á Skála, har bæði Mascot og Sigmund, sum eisini vóru nakrir av pólskt bygdu systurskipunum, eisini endaðu við at verða upphøgdir.
Hóast skipið hevur havt sama navn øll árini, so bleiv ein umfatandi umbygging gjørd við skipið eftir tað bleiv bygt í 1976.
Í 1998 bleiv skipið longt, men í 2002 bleiv skipið umbygt eftir, at tað rak á land í Íslandi.
Íslendsku eigararnir hava ongað sær eitt størri og nýggjari frystilínuskip fyri 49 ára gamla Núp, sum nú skal bera hetta stolta navnið víðari í Íslandi.
Tey nýggju systurskipini vóru:
Vaðhorn til Eiðis
Bláfossur til Tvøroyrar
Hamraberg til Miðvágs
Lækkaklettur til Miðvágs
Mascot til Toftir
Núpur til Klaksvíkar
Heldarstindur til Sandavágs
Vesturleiki til Sørvágs
Hagaleiti til Leirvíkar
Í dag er einans Hagaleiti eftir í vinnu, og hevur skipið í dag heimstað í Svøríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald