Ólavur Gregersen, sum er bygt í Norra í 1985, var ikki leingi heimahoyrandi í Føroyum.
Tað var felagið Drekin í Gøtu, sum lat skipið byggja, har skipið eisini fekk heimstað.
Ólavur Gregersen sigldi fyri Skipafelagið, eins og systurskipið Svanur, sum nú eitur Samskip Ice. Tó var Svanur heimahoyrandi í Tórshavn.
Ólavur Gregersen var ikki leingi heimahoyrandi í Føroyum. Hetta var seinni Ólavur Gregersen, sum varð bygdur til Føroyar, eftir at tann fyrri, sum varð bygdur á Skála, sakk við Flesjarnar.
Í 1988 verður skipið selt, og fær navnið Nidaros, og aftur í 1993, tá ið tað fær navnið Green Frost. Tað er felagið Green Reefers, sum keypur bæði systurskipini.
Fyri tíð síðan keypti Samskip ein stóran part av Green Reefers, og skifti Green Frost navn til Samskip Frost.
Nú er so endalig avgerð tikin um, at skipið, sum hevur verið í vinnu í 35 ár skal høggast upp, og at alt, sum kann endurnýtast, skal endurnýtast aftur.
Óvist er um Green Ice, sum er fyrrverandi Svanur, fær somu lagnu.
Mynd: Ólavur Gregersen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald