Innanlands

Gamal kenningur vitjaði á Runavík

Í gjár kom Nordvåg, gamli Blikur hjá Skipafelagnum, á Runavík

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-03-04 19:35 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

gjár kom Nordvåg, gamli Blikur hjá Skipafelagnum Føroyar, á Runavík.

-Vit koma úr Norra við 2000 tonsum av salti, sum bæði er í lítlum og stórum sekkjum. Tað fer alt upp á land her í Runavík. Síðani skulu vit til Havnar eftir salti, sum skal til Íslands.

Tað segði, skiparin, Hans Andrias, við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð – í koronufrástøðu.

- Í Íslandi skulu vit síðani lasta skipið fult av fiskaslógvi og fiski. Fiskaslógvið skal til Thyborøn í Danmark, og fiskurin til Klaipeda í Litava, segði Hans Andrias.

Teir fingu lesnað frá trúboðaranum, sum eisini hjálpti manningini við sambandi til alnótina, so teir kundu tosa við familju og vinir heima.

Teir vóru heilsaðir við gomlu føroysku heilsanini:

Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder