Innanlands

Gamli Jupiter komin á Fuglafjørð við makreli

Gamli Jupiter hevur fiskað 2.000 tons av makreli, sum skal landast til Havsbrún

Gamli Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gamli Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-08-14 22:24 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gamli Jupiter kom í gjár á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.

Gamli Jupiter hevur verið á makrelveiðu í føroyskum og í altjóða sjógvi hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har makrelurin verður framleiddur til fóður.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder