Uttanlands

Gamli Sisimiut latin nýggju eigarunum

Grønlendsk reiðarí endurnýggja flotan, og russar keypa tey gomlu

Gamli Sisimiut (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gamli Sisimiut (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-06-17 20:06 Author image
Kiran Jóanesarson

Í vikuni varð flakatrolarin Sisimiut, sum grønlendska reiðaríið Royal Grenland hevur átt seinastu árini, handaður nýggju eigarunum.

Trolarin er seldur í sambandi við, at Royal Greenland hevur fingið sær ein nýbygning úr Spania, sum í løtuni liggur í Íslandi, har teir taka útgerð umborð, og gera klárt at fara til fiskiskap.

Tað er ein tíð síðani, at tað gjørdist greitt, at Sisimiut varð seldur til Íslands, sum er sama land, sum skipið var bygt til í 1992. 

Sisimiut kallaðist upprunaliga Arnar, og varð seinni seldur til Grønlands, tá ið reiðaríið keypti sær eitt annað, men tó eldri skip. Talan var um gamla Andreas í Hvannasundi, sum fekk navnið Arnar. Skipið hevur framvegis saman navn, og somu eigarar í Íslandi.

Grønlendsk reiðarí endurnýggja flotan
Royal Greenland er eitt av fleiri grønlendskum reiðaríðum, sum endurnýggjar flotan fyri tíðina.

Sisimiut er ein av tveimum nýggjum trolarum, sum Royal Greenland skal yvirtaka í ár.

Seinni trolarin, sum fær navnið Avataq, og skal avloysa rækjutrolaran Qaqqatsiaq, sum er seldur til reiðaríið Reyktal, og hevur fingið navnið Lokys, og heimstað í Litava. Rækjutrolarin er bygdur í Danmark í 2001.

Reyktal eigur eisini fyrrerandi Hviltenni, sum Kjartan Joensen seldi um aldarskiftið, sum í dag kallast Taurus, og fyrrverandi Reginu C, sum grønlendingar seldu í samband við yvirtøku av einum nýbygningi.

Grønlendingar hava seinastu tíðina fingið fleiri nýggjar trolarar. Svend C, Regina C, Sisimiut og Markus, og fleiri eru ávegis. Royal Greenland skal yvirtaka Avataq síðst í hesum árinum, og í 2021, skal reiðaríið yvirtaka ein nýggjan trolara fyri Nataarnaq, og Polar Seafood skal yvirtaka ein nýbygning fyri Polar Qaasiut, sum varð seldur Russlands herfyri.

Russar keypa flestu trolararnar
Fleiri av trolarunum, sum eru seldir seinastu tíðina, eru seldir til Ruslands.

Nevnast kann, at Polar Qaasiut, sum vit skrivaðu um omanfyri, varð seldur til Russlands í síðsta mánaða, og hevur fingið navnið Polar Star.

Russar hava eisini keypt Acadienne Gale II, Nordøytrål, Brimnes, Santa Princesa, sum er avloyst av fyrrverandi Vesturvón, sum var avloyst av Akraberg.

Eitt tað senasta dømi um eina sølu til Russlands er fyrrverandi Skálaberg, sum nú hevur fingið heimstað í Murmansk. Skipið var selt til Argentina í 2010. Seinni varð skipið selt til Íslands, og síðan til Grønlands, har tað hevur havt heimstað seinastu tíðina.

[object Object]Fyrrverandi Skálaberg, nú Barentsburg

Tað er reiðaríið Brim í Islandi, sum hevur átt skipið, og havt tað skrásett í Grønlandi. Skálaberg, sum hevur havt navnið Ilivileq, er avloystur av Guðmundur í Nesi, fyrrverandi Hviltenni, sum Kjartan Joensen yvirtók sum nýbygning fyrst í hesari øldini. Skipið varð seinni selt til Íslands, har skipið hevur sett fleiri íslendsk met.

placeholder
placeholder