Innanlands

Garnaskipini eru fyri mismuni

Felagið Garnaskip heitir á politisku skipanina um at rætta mistak

Garnaskipið Túgvusteinur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Garnaskipið Túgvusteinur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2020-03-11 13:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast garnaskipini eru tey av skipunum, sum fiska á landleiðini, sum eru ringast fyri fíggjarliga, og hava verið tað leini, so er teimum álagt, eins og tey ríkastu reiðaríini, at rinda veiðigjald fyri makrelkvoturnar.

Hetta heldur Felagið Garnaskip ikki vera rímuligt, og vísir á, at talan má vera um eitt mistak í lóggávuni.

Hans Andrias Kelduberg, formaður í Felagnum Garnaskip, heitir nú á politisku skipanina um at broyta hesa skipan, so garnaskipini verða viðfarin á jøvnum føti við hinar samsvarandi skipabólkarnar á landleiðini.

Garnaskipini fegnaðust annars um, tá landsstýrið fyrr í ár valdi at deila smáar kvotur út til heimaflotan, men fingu sum vátan vøttin, tá rokningarnar frá Vørn fyri fyri veiðigjøld upp á makrel.

Les alt skrivið frá Felagnum Garnaskip her 

[object Object]
Hans Andrias Kelduberg, formaður í Felagnum Garnaskip (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder