placeholder
Innanlands

Gera viðlíkahaldsarbeiði í Føroyum

Íslendska nóta- og trolskipið Aðalsteinn Jónsson er í dokkini á Skála, har viðlíkahaldsarbeiði skal gerast

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-06-22 08:02 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit skulu hava aksiltrekk, reinsa turbinurnar, mála skipið og so skal eisini annað viðlíkahaldsarbeiðið gerast, sigur Hafsteinn, sum er maskinstjóri á Aðalsteinn Jónssyni frá Eskifirði í Íslandi.

Tað var fyrst í juni, at størsta íslendska fiskiskipið kom inn í dokkina á Skála. Hafsteinn roknar við, at tað ganga umleið tvær vikur afturat áðrenn arbeiðið verður liðugt.

Aðalsteinn Jónsson er eitt kombinera nóta- og trolskip, sum roynir eftir sild, makreli, svartkjafti og lodnu. 10 mans eru við í senn, men fleiri eru knýttir at skipinum.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í dag og gav teimum eitt nýggja testamenti og annan lesna. 

Á Skála vóru eisini Tróndur í Gøtu, Norðborg og Kambur, sum eisini fingu vitjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder