- Vit leggja rækjurnar og veiðiútgerð upp í Kollafirði, áðrenn leiðin liggur til Noregs, har skipið skal á skipasmiðju í Fiskestrand. Skrúvan hevur fingið skaða og skal gerast aftur. Harafturat skulu elriknu spølini eftirhyggjast, tí vit hava havt trupulleikar við teimum. Onnur smáting skulu eisini gerast, nú skipið fer á skipasmiðju.
Tað sigur Jóan Pauli Olsen, skipari, á grønlendska rækjutrolaranum, Reginu C.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Fiskiskapurin hevur gingist væl hetta árið, Regina C. hevur verið í vinnu. Vit hava fiskað 9700 tons av rækjum, men tað kundi verið betri. Vit hava havt trupulleikar við trolspølunum og hava mist ein góðan mánað av fiskitíð. Elriknu spølini rigga vanliga væl, men kanska tann nógvi kuldin er ein avbjóðing. Harafturat hava vit eisini havt avbjóðingar við verksmiðjuni og kundu tí havt fingið fryst meiri, um alt riggaði, sum tað skuldi, sigur hann.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Regina C. er eitt ára gomul og varð bygd í Spania. Hon lastar 770 tons av rækjum standandi á plattum. Vit eru 22 ella 23 mans við á hvørjum holdi, sum eru umborð í umleið tveir mánaðir í senn.
- Vit vera umleið tvær vikur í Norra og koma síðan eftir trolútgerðini. So verður farið aftur á rækjuveiðu, sigur Jóan Pauli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald