Innanlands

Girið kemur til Føroya um 14 dagar

Tróndur í Gøtu hevur ligið í eitt knapt ár, tí girið á skipinum fór í apríl í fjør

Tróndur í Gøtu við bryggju hjá Skálaskipasmiðju (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu við bryggju hjá Skálaskipasmiðju (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-03-31 18:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Girið, sum er bílagt til Trónd í Gøtu, kemur eftir ætlan til Føroyar umleið hálvan apríl, og so fer arbeiðið í gongd.

- Um tað gongst sum ætlað, so kemur girið til Føroyar um hálvan apríl mánað, og so verður arbeiðið farið í gongd við at gera Trónd í Gøtu siglingarkláran aftur, sigur Dávid Jacobsen, tekninskur stjóri hjá Varðanum, sum vónar at Tróndur í Gøtu klárar at royna girið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

- Tað tekur eini 3-4 vikur at gera arbeiðið, og vit vóna innarliga at vit náa í hvørfall ein túr eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, áðrenn tann fiskiskapurin steðgar í mai- juni mánað, sigur Dávid Jacobsen.

Tað var í apríl í fjør, at Tróndur í Gøtu fekk trupulleikar við girunum, og tí mátti leggjast. 

Varðin mátti finna sær annað skip, sum kundi fiska kvoturnar hjá Tróndi í Gøtu, og varð tað neyðugt at finna eitt skip, sum kundi landa fisk, í fyrsta floks góðsku, so reiðaríið kundi nøkta tørvin hjá kundunum.

Valið fall á danska flaggskipið Gitte Henning í danska fiskiflotanum, sum fyrst skuldi leigast til Føroyar, har Varðin fekk forkeypsrætt til skipið, men seinni varð staðfest, at um kvoturnar skuldu flytast frá Tróndi í Gøtu yvir á Gitte Henning, so mátti skipið keypast.

Í keypssáttmálanum, stóð skrivað, at skipið kundi seljast aftur til gomlu eigararnar tá ið Tróndur í Gøtu var siglingarklárur aftur.

At Gitte Henning 1 fer av landinum eftir, at Tróndur í Gøtu er liðugt umvældur, er nokk lítil møguleiki fyri, men spurningurin, sum reiðaríið stendur við, er hvat fyri skip Gitte Henning 1, sum skipið kallast nú, skal avloysa.

Síggj Portal.fo sjónvarp: (5 min) Á makreltúri við Gitte Henning

[object Object]Gitte Henning 1 (Mynd: Kiran Jóanesarson / Sverri Egholm)

Hava roynt at selt Jupiter í fleiri ár 

Reiðaríið Varðin í Gøtu, eigur eisini Jupiter, sum samstundis er eldsta skipið hjá reiðarínum og hevur staði á sølulista leingi.

Hetta hevur tó ikki eydnast, hóast tað hevur verið nær við onkuntíð.

- Vit fáa fyrispurningar uppá Jupiter allatíð, men tað er sum so tað. Vit fáa ongantíð nakað boð, sigur Dávid Jacobsen frá Varðanum.

[object Object]Jupiter (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Í juni í 2018 skrivaði Kringvarpið, at eitt russiskt felag hevði víst so stóran áhugað í Jupiter, at feløgini høvdu undirskrivað ein fyribilssáttmála. Stígur kom í hjá russisku keyparunum, og sølan bleiv av ongum.

- Tað er tað tættasta vit hava verið við at selt Jupiter, og nú tá ið tað aftur vóru áhugaðir keyparar, sum høvdu fyrispurningar, so kom korona uppí leikin, sum ger alt meira óvist, sigur Dávid Jacobsen, tekninskur stjóri hjá Varðanum.

Eydnaðist at selja Høgaklett

Varðin átti eisini eitt annað uppsjóvarskip, sum hevði ligið í Søldarfirði leingi.

Talan er um Høgaklett, sum Varðin keypti frá monnunum aftanfyri Christian í Grótinum og Norðborg.

Reiðaríið í Klaksvík, hevði keypt eitt nýggjari skip úr Norra, og tí skuldi undanfarni, og fyribils Christian í Grótinum seljast aftur.

[object Object]Høgiklettur (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Skipið varð selt til Gøtu, har tað fekk navnið Høgiklettur, og sigldi eina tíð sum flutningsskip millum skipini á feltinum og virkini í Føroyum, sum skuldi virka veiðuna.

Eftir at hetta helt uppat, gjørdi Høgilkettur nakrar fáar túrar eftir høvdum í Norra, og onkran rannsóknartúr fyri Havstovuna. Annars lá skipið mest í Søldarfirði.

Í oktober í fjørð eydnaðist tað loksins Varðanum at selja skipið. Skipið varð selt fyri 3,7 milliónir krónur, og fekk navnið Ice Fjord og heimstað í Norra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder