- Gongst eftir ætlan, so verður nýggja girið til Trónd í Gøtu sent úr Týsklandi í hesi vikuni. So er eftir at seta tað í skipið og fáa skipið klárt aftur til fiskiskap.
Høvuðsmotorurin varð høvuðsyvirhálaður og skuldi koyrast inn við ymiskari tyngd, tá vit fóru royndartúr við umbygda girinum, sum serfrøðingarnir og vit vónaðu fór at halda til nýggja girið var klárt. Tíverri gekk girið fyri aftur, og skipið hevur tí ligið í eitt ár og bíðað eftir nýggjum giri.
Tað sigur maskinstjórin, Jóan Pauli Jacobsen.
Manningin á Tróndi í Gøtu hevur siglt við Gitte Henning 1, síðani hon kom í flotan.
- Hon er eitt stórt, liviligt, róligt og eitt frálíkt nýmótans pelagiskt skip. Nú havi eg ikki nógv við sjálvt arbeiðsdekkið at gera, men eg skilji, at hevði hon verið bygd til føroyska fiskiskapin, hevði okkurt óivað verið innrættað eitt sindur øðrvísi, sigur hann.
- Tróndur í Gøtu er eisini eitt stórt og frálíkt skip. Harafturat er hann bygdur til føroyska veiðihættin og innrættaður hareftir. Kensluliga eri eg kanska betri við Trónd enn við Gitte, tí har var eg við í “føðifyrireikingini” og verið við honum, síðani hann kom í flotan í 2010. Nú vóna vit, at girið kemur í og alt riggar, sum tað skal.
- Girið líkist nakað gamla girinum, og Wartsila eigur tekningarnar, men tað er gjørt av Flender, eini stórari girverksmiðju í Týsklandi. Vit vóna, at Tróndur verður klárur til fiskiskap áðrenn summarsteðgin, sigur Jóan Pauli.
Jóan Pauli var umborð á Tróndi í Gøtu, týsdagin, tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð. Tíð var bæði til prát, Guds orð og bøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald