2019-09-07 10:36

Nýggja uppsjóvarskipið hjá Varðanum Gitte Henning 1, kom á Runavík fyrrapartin.
Teir skulu bíða eftir landingartørni á Tvøroyri, og fara suður um middag í morgin.
Upplýst verður, at teir hava 900 tons av makreli, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.
Áðrenn teir sleppa framat, skulu Jupiter og Tummas T landa makrel til uppsjóvarvirkið á Tvøroyri.
Sum skilst, er manningin vælnøgd við nýggja skipið, og farið verður aftur á makrelveiðu, tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald