Innanlands

Gitte Henning 1 gevst nú við fiskiskapinum fyri í ár

Uppsjóvarskipið slapp framat á Tvøroyri aftaná Jupiter

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm/Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm/Kiran Jóanesarson)

2019-12-19 21:18 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Gitte Henning 1 slapp í dag framat at landa á Tvøroyri.

Teir hava verið á makrelveiðu eystanfyri Føroyar, og hava teir 600 tons, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic.

Teir hava havt góðan fiskiskap, og vænta nú at gevast við fiskiskapinum fyri 2019.

Tá ið teir komu á Tvøroyri landaði Finnur Fríði, og Jupiter átti at landa eftir Finn Fríða, so talan var um eina styttri bíðitíð áðrenn Gitte Henning 1 slapp framat. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder