2020-02-07 14:47
Gitte Henning 1, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í ES sjógvi, hevur 900 tons, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic.
Teir hava havt hampiligan fiskiskap, og komu á Tvøroyri í nátt.
Skipini hava ætlanir um at fara í altjóða sjógv at fiska nú, og tað verður helst eisini har, Gitte Henning 1 fer at fiska næsta túr.
Jupiter hevur eisini júst landað á Tvøroyri, teir høvdu 1000 tons, sum teir landaðu til Varðan Pelagic.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald