Uttanlands

Gitte Henning 1 landar í Írlandi

Gitte Henning 1 kom fyrrapartin til Killybegs við umleið 3000 tonsum

Mynd: John Cunningham

Mynd: John Cunningham

2020-04-28 20:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gitte Henning 1 kom í morgun til Killybegs, har teir skulu landa.

Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, hava havt góðan fiskiskap.

Teir hava umleið 3000 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa í írska býnum Killybes.

Tá ið teir hava landað, verður fari aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Myndina tók John Cunningham tá ið Gitte Henning kom til Killybegs í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder