2020-05-08 13:27
Størsta uppsjóvarskipið í flotanum Gitte Henning 1, kom í nátt til Måløy, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og hava 3300 tons av svartkjafti við til lands, sum teir landa í Norra.
Teir hava havt góðan fiskiskap, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur til fiskiskap.
Myndina tók norski myndamaðurin Ivar Stømmen, og hevur hann givið okkum loyvið at brúka myndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald