2020-01-20 06:46
Uppsjóvarskipini, sum hava fiskað makrel í ES sjógvi, landa veiðuna til Varðin Pelagic.
Gitte Henning 1 átti tørn fyrst, og landaði í gjár 1100 tons av makreli, og aftaná slapp Finnur Fríði framat við sínari last - 1200 tons.
Talan var um góða stødd, sum var umleið 400 gramm í miðal.
Gitte Henning 1 fer helst á svartkjaftaveiðu, men um Finnur Fríði fer aftur á makrel, vita vit ikki.
Veðrið hevur verið ringt á makrelfeltinum í ES sjógvi seinastu dagarnar, og fleiri av makrelskipunum hava krokað í Hetlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald