Størsta uppsjóvarskipið í føroyska flotanum Gitte Henning 1, liggur í løtuni á Runavík, har teir bíða eftir at fara á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.
Gitte Henning 1 hevur seinastu tíðina fiskað svartkjaft í ES sjógvi vestanfyri Írland, og seinasta túr landaðu teir 3300 tons av svartkjafti í Íslandi.
Dávid Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Varðanum, upplýsir, at teir fingu umleið 2 krónur kilo, sum er tað sama, sum Havsbrún bjóðar fyri svartkjaftin.
Avgerðin at fara til Íslands at landa veiðuna varð tikin, av tí at tað var ov long bíðitíð í Fuglafirði.
Tá ið Gitte Henning 1 hevði landað, settu teir kós á Runavík, har teir nú bíða eftir at svartkjafturin skal koma í føroyskan sjógv, sum verður fyrst í apríl.
Finnur Fríði, sum Varðin eisini eigur, roynir í løtuni í føroyskum sjógvi, og sum skilst, so er eitt sløð at finna av svartkjafti.
Svartkjaftatíðin í føroyskum sjógvi plagar at byrja fyrst í apríl, og heldur fram heilt inn í juni mánað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald