Innanlands

Gitte Henning 1 komin av makrelfeltinum

Gitte Henning 1 hevur fiskað makrel í føroyskum og norskum sjógvi hendan túrin

Myng: Kiran Jóanesarson / Sverri Egholm

Myng: Kiran Jóanesarson / Sverri Egholm

2019-09-21 22:14 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gitte Henning 1 stevnir í løtuni inn á Tvøroyri við umleið 300 tonsum av makreli.

Teir loystu av Tvøroyri mánadagin, og í kvøld skulu teir byrja at landa veiðuna. Fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin.

Teir hava beint undir 300 tons av makreli, og hava teir fiskað tey bæði í føroyskum, og í norskum sjógvi.

Øll tey føroysku makrelskipini hava havt smáligan fiskiskap hesa seinastu vikuna.

Veiðan verður landa til Varðan Pelagic á Tvøroyri, og tá ið liðugt er at landa, verður kósin sett móti Skála, har teir skulu gera onkrar smærri umvælingar, áðrenn farið verður aftur á makrelveiðu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder