Gitte Henning, sum er størsta uppsjóvarskipið í Danmark, loysti í gjárkvøldi úr Skagen, og setti kós móti sildafeltinum fyri seinastu ferð áðrenn skipið verður skrásett í Føroyum.
Gitte Henning er leigað til Varðan, sum skal brúka skipið at fiska fyri Trónda í Gøtu, sum skal hava nýggj gear.
Arbeiðið er mett at taka umleið eitt ár, og skipið hevur kvotur, sum skulu fiskast. Talan er um makrel, sild og svartkjaft.
Varðin upplýsti á heimasíðu síni fyri einum mánaða síðan, at felagið hevði leitað eftir einum hóskandi skipi, sum kundi fiska fyri Trónd í Gøtu meðan skipið bleiv umvælt.
Hóast Varðin í Gøtu eigur Høgaklett, sum liggur í Søldafirði, so valdi reiðaríið, at leiga sær eitt nýtt skip, soleiðis at góðskan á veiðuni er frystafloks, sum er kravið hjá kundunum hjá felagnum.
Varðin hevði hugt eftir nøkrum skipum, sum felagið kundi leiga, og valið fall á danska uppsjóvarskipið Gitte Henning, sum varð latið reiðarínum í Skagen í fjør.
Í gjárkvøldið skrivaði reiðarin, Henning Kjeldsen, á Facebook, at skipið hevði loyst fyri seinastu ferð áðrenn skipið verður skrásett undir føroyskum flaggi.
Varðin hevur leigað skipið í eitt gott ár, og hevur tryggjað sær forkeypsrættin uppá Gitte Henning, um felagið ynskir at keypa skipið.
Gitte Henning lastar 3600 tons, meðan Tróndur í Gøtu lastar munandi minni - 2700 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald