Innanlands

Gjørdu eina kanón sølu

Váðasteinur kom á Toftir á middegi við gott 1000 kassum og 120.000 pundum. Teir royndu í 11 dagar á Íslandsrygginum

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-09-19 13:58 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin

- Tað er sjáldan nakað ísfiskalínuskip avreiðir fyri 25,50 krónur í miðal. Tað upplivdu vit hendan túrin, og eg vil siga, at vit gjørdu eina kanón sølu, so tað er bæði hugaligt og stimbrandi, Tað sigur Hans Petur Samuelsen, skipari á Váðasteini.

[object Object](Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

- Vit hava roynt á Íslandsrygginum í 11 dagar og hava gott 1000 kassar, sum er gott 120.000 pund. Tað er góður fiskiskapur, men ikki naka rok. Meginparturin er stórur og góður toskur og so hava vit góð 16 tons av svartkalva og nakað av blálongu og øðrum. Vit fingu metprís fyri allan fiskin og koma óivað at landa fyri meiri enn 1,5 mill. krónur, sigur Hans Petur Samuelsen væl nøgdur.

Váðasteinur kom á Toftir á middegi og byrjað varð at landa beinanvegin.

Næsti túrur verður eftir ætlan eisini á Íslandsrygginum.

14 mans eru við Váðasteini.