Innanlands

Góð 200 pund uppá stampin

- Vit hava verið við 40 stampum stutt norður úr Viðoynni og fingið hálvtníggjundatúsund pund, sigur Jens Kristian Simonsen, sum eigur og rekur útróðrarbátin Dalsenni

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2019-11-19 21:09 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit hava verið við 40 stampum stutt norður úr Viðoynni og fingið hálvtníggjundatúsund pund.

Størra helvtin er stórur toskur, og so er restin hýsa. Toskurin er hampiliga væl fyri, hóast hann eftir árstíðini skuldi verið væl fyri. Tað sigur Jens Kristian Simonsen, sum eigur og rekur útróðrarbátin Dalsenni.

- Tað er tíverri ongin nebbasild at síggja í maganum á toskinum. Tá vit liggja stillir um náttina við ljósunum tendraðum, er nebbasild at síggja rundan um bátin. Vit hava roynt bæði norðanfyri, sunnanfyri og eystanfyri, og tað er nebbasild at síggja allastaðni. Tí skilji eg ikki, at toskurin er so svangur og nær landi, sigur Jens Kristian.

Dalsenni hevur skúr á Stongunum í Klaksvík, har línan verður rakt um. Fyri tað mesta eru tað skúladreingir, sum rekja hana um eftir skúlatíð, men viðhvørt eru eisini eldri menn, sum rekja um. Teir seta gjøgnum trakt og nýta bara høgguslokk sum agn.

Manningin á Dalsenni í dag var, frá høgru: Jens Kristian Simonsen, Jóhannes Nybo og Jóhannes Atlason Rasmussen.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder