Góð 2400 tons av svartkjafti landað til Havsbrún

Christian í Grótinum og Arctic Voyager gevast nú við fiskiskapinum eftir svartkjafti

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-01 19:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Christian í Grótinum hevur júst landað umleið 700 tons av svartkjafti, og Arctic Voyager skal landa umleið 1700 tons.

Fiskiskapurin eftir svartkjafti er nú so smáligur, at bæði skipini gevast við fiskiskapinum fyri summarið.

Christian í Grótinum fer nú í dokk á Skála, og síðan fara bæði skipini á makrelveiðu í august.

Nú eru bert nøkur heilt fá føroysk skip eftir, sum fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi.

Svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi hjá Havsbrún, og síðan til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder