2020-05-31 12:36
Uppsjóvarskipini Katrin Jóhanna og Norðingur skulu landa ávíkavist 1750 og 1300 tons av svartkjafti, sum verður landað til Havsbrún.
Skipini hava fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og Katrin Jóhanna var fyrst inn at landa.
Norðingur skal byrja at landa í kvøld.
Tá ið skipini hava landað verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Norðingur - Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald