Innanlands

Góðska og handfaring av fiski á breddan

Talan er um næsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes, sum hildið verður í Bátasavninum í Leirvík

2020-11-03 10:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Næsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes verður í morgin, 4. november á Bátasavninum í Leirvík.

Tá verður sjóneykan sett á týdningin av rættari handfaring av fiski og ávirkanina á góðskuna.

Hvat merkir tað fyri flakaúrtøkuna, tá ið fiskur ikki er rætt hagreiddur? Hvussu nógv skjótari spillist fiskur, tá ið hann ikki er køldur nóg skjótt ella blóðgaður nóg væl? Hvørji krøv eru galdandi viðvíkjandi hagreiðing av fiski? Hvussu er avreiðingarprísurin ávirkaður í mun til dagalongd? Hvørjar eru avbjóðingarnar umborð? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum vera viðgjørdir á tiltakinum.

Á tiltakinum fer Arni Petersen at greiða frá um eygleiðingar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á sjógvi og landi og ítøkilig stig til at betra um góðskuna. Kristian Martin Petersen, frá Felagnum Línuskip, fer at tosa um avbjóðingar og loysnir umborð á skipunum, og Ivan Hansen, frá Vaðhorn fer at greiða frá hvørji viðurskifti ávirka góðskuna mest. At enda verður eitt stuttur samandráttur og kjak um hvussu vit kunnu betra um góðskuna.

Eisini verður ein áhugaverd roynd í at góðskumeta fisk gjørd saman við luttakarunum á tiltakinum.

Tiltakið er alment Vegna korona, er tó neyðugt at boða frá luttøku á heimasíðuni hjá Sjókovanum

Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Tiltøkini eru fyrsta mikudag í hvørjum mánaði og snúgva seg um ymisk viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning og at kjakast um felagsavbjóðingar og loysnir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder