- Hetta er góður fiskiskapur, tí hendan tíðin er vanliga vánaligasta fiskitíð eystanfyri her hjá okkum. Eg setti 18 stampar, egndar við goggu og savri og eg meti vektina til umleið hálv fimta túsund pund, sigur útróðrarmaðurin Sonni Johansen av Strondum.
- Tað er bara umleið 700 pund av hýsu og restin er smáfallandi toskur. Toskurin er miðal feitur, tað vil siga hvørki feitur ella rak, sigur hann.
(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)
- Tað var ikki ein bátur at síggja, so tað var gott pláss at fiska. Teir flestu liggja, tí prísurin er vánaligur og so hevur veðrið ikki verið av tí besta. Eg landi her á Toftum og Sjógæti á Eiði hevur keypt fiskin, sigur Sonni Johansen, sum var á Toftum í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald