Innanlands

Gomlu skipini hjá Smyril Line seld

Eystnes og Hvítanes eru seld til Norra

Eystnes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Eystnes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-03-14 12:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í ár tók Smyril Line avgerð um at seta skipini Eystnes og Hvítanes til sølu.

Søluavtala er nú undirskrivað við norska felagið Nordwest Ship Management, og skipini verða latin nýggja eigaranum í april 2024.

Eystnes og Hvítanes verða partur av flotanum hjá Nordwest Ship Management, ið nú telur 11 skip. Tá ið skipini verða yvirtikin í næsta mánaða, fáa tey nýggj nøvn. Eystnes verður til MV Link Aurora og Hvítanes skal eita MV Link Polaris.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder