Innanlands

Gongd í kanningum um nebbasild og tosk á innaru leiðum

Í gjáramorgunin fór Magnus Heinason út at gera kanningar

2020-04-17 09:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eins og alt Føroya land hevur Havstovan verið niðri í ferð, men er nú eisini farin ígongd aftur. Í morgun fór Magnus Heinason út á Nebbasildakanningar. Hetta er í samband við eina verkætlan um árstíðarbroytingar í útbreiðslu og nøgd av trimum sløgum av nebbasild og týdning teirra sum føði hjá toski á innaru leiðum.

Verkætlanin hevur í koronatíðum riggað útgerð til at taka videoupptøkur undir vatnskorpuni við einum sonevndum sBRUVS, sum stendur fyri stereo Baited Remote Underwater Video Surveillance. Hetta snýr seg í høvuðsheitum um at nýta tvey upptøkutól at taka film upp samstundis í ein ávísan vinkul. Síðani ber við stereophotogammetry til at fáa longdarmát av eitt nú fiski, sum svimur fram fyri upptøkutólini.

Á nebbasildakanningunum verður hendan útgerð nú roynd fyri fyrstu ferð, og til ber at fylgja við á Instagram vangamyndini hjá verkætlanini, nebs.cod, har verða myndir regluliga lagdar út.

Frá hav.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder