Innanlands

Gongur væl hjá Volunteer

Kom á Toftir á middegi við 30 tonsum

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2021-07-06 19:44 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Á middegi kom línubáturin Volunteer á Toftir at landa. Teir høvdu roynt norðanfyri í fimm dagar og hava umleið 30 tons. Meginparturin er longa og so er nakað av brosmu og toski.

Í síðstu viku landaði Volunteer eisini á Toftum. Tá høvdu teir knapt 30 tons, har tveir triðingar vóru longa og ein triðingur brosma og annað. Tá høvdu teir eisini roynt í fimm dagar, men eystanfyri.

- Jú fiskiskapurin hevur verið góður, men eg hugsi teir flestu bátarnir fáa fisk, sigur Jón Rubeksen, skipari, lítillátin.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder