2021-03-01 14:29
Uppsjóvarskipið Gøtunes hevur sett kós móti Fuglafirði, har teir skulu landa.
Teir hava verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og hava fingið 2500 tons, sum teir skulu landa til Havsbrún týsmorgunin.
Hjá Havsbrún verður veiðan framleidd til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald