Innanlands

Gøtunes landar 1300 tons á Tvøroyri

Uppsjóvarskipið hevur havt góðan fiskiskap í altjóða sjógvi

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Gøtunes (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2021-07-09 15:20 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes landar 1300 tons á Tvøroyri

Gøtunes byrjaði at landa til Varðan Pelagic í dag, har makrelurin fer til matna.

Gøtunes hevur fiskað í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Makrelurin liggur um 390 gramm í miðal, og Gøtunes fer aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder