Innanlands

Gøtunes landar svartkjaft í Fuglafirði

Gøtunes skal landa umleið 3.500 tons av svartkjafti til Havsbrún

Gøtunes kom í dag á Fuglafjørð við umleið 3.500 tonsum av svartkjafti (Mynd: Jan Breiðaskarð)

Gøtunes kom í dag á Fuglafjørð við umleið 3.500 tonsum av svartkjafti (Mynd: Jan Breiðaskarð)

2025-03-02 20:38 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Gøtunes kom í dag á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.

Gøtunes hevur verið á svartkjaftaveiðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.

Veiðan verður landað til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder