Innanlands

Gøtunes skal landa á Tvøroyri

Gøtunes hevur 320 tons av makreli

Savnsmynd (Mynd: Bárður Michaelsen)

Savnsmynd (Mynd: Bárður Michaelsen)

2021-06-16 06:59 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Gøtunes skal landa makrel til Varðan Pelagic.

Gøtunes hevur verið á makrelveiðu eystanfyri í føroyskum sjógvi, og hava teir 320 tons av makreli við til lands, sum teir landa til uppsjóvarvirkið Varðan Pelagic.

Fiskiskapurin hevur verið smáligur hendan túrin, men talan er tó um góða stødd -  430 gramm í miðal.

Gøtunes fer helst aftur á makrelveiðu tá ð teir hava landað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder