2020-08-16 19:55
Uppsjóvarskipið Gøtunes úr Gøtu kom í nátt á Tvøroyri, har teir skuldu landa.
Teir hava verið á makrelveiðu norðanfyri Føroyar, og hava fingið 200 tons, sum teir hava landað til Varðan Pelagic.
Av tí at virkið skal koyrast í gongd landa skipini at byrja við heilt smáar nøgdir, men nú hevur virkið tikið ímóti somikið nógvum nøgdum at klárt verður at byrja framleiðsluna orduliga.
Gøtunes fór aftur á makrelveiðu tá ið teir høvdu landað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald