Fishfacts hevur greinað fíggjarligu gongdina hjá pelagisku feløgunum í tíðarskeiðinum 2016 til 2020.
Lógin áleggur ikki feløgunum at upplýsa sølu (revenue). Tí eru roknskapartølini avmarkað til upplýsingarnar í almennu roknskapunum.
Feløg, ið hava fingið makrel-, silda- ella svartkjaftakvotur í omanfyrinevnda tíðarskeiði, men sum ikki hava nótaskip ella pelagisk skip knýtt at virkseminum, eru ikki tikin við. Tað verður ikki farið niður í smálutirnar í hvørjum felagi sær, men í staðin verður atlit tikið til heildarmyndina.
Pelagisku feløgini hava seinastu fimm árini rindað 1302 mió kr í avgjøldum og keypi av kvotum á uppboði. Tað svarar til nærum 260 mió kr í miðal um árið.
Les frágreiðingina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald