- Tann góði gróður, sum hevur verið á landgrunninum síðstu árini, sæst eisini aftur á jákupskeljunum. Síðstu trý árini hevur nógv at yngli verið at sæð, tað vil siga, smáum skeljum, og tað haldi eg er dámligt. Eg haldi tó, at skeljarnar vóru feitari í fjør, enn í ár.
Tað sigur Pól Jóhannes Simonsen, skipari, á skeljabátinum Norðheim á Oyri.
- Í ár byrjaðu vit fyrsta september og í fjør fyrsta oktober. Vit royna at fiska sum mest, meðan skelin er best fyri, tí tá fáa vit jú frægast burturúr, samstundis sum vit ikki mugu niðurfiska stovnin, sigur hann.
- Vit royna fyri tað mesta eystanfyri, men hava eisini gjørt nakrar túrar norðanfyri. Norðanfyri hevur verið smáligt við skeljum síðstu mongu árini, men nú sær betri út,- sigur Pól Jóhannes.
Fimm mans eru við Norðheim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald