Grønlendska náttúrufelagið, hevur undirskrivað sáttmála um nýbygning, sum skal avloysa havransóknarskipið Paamiut, sum varð lagt fyri tíð síðan.
Talan verður um eitt skip, sum er 61 metrar langt, og sum skal byggjast á sponsku skipasmiðjuni Balenciaga.
Grønlendsa náttúrufelagið spurdi fleiri útlendskar skipasmiðjur, men valdi at taka av tilboðnum hjá spaniólum.
Seinastu tíðina hava fleiri grønlendsk feløg latið stór grønlendsk skip byggja í Spania. Sum nýggjastu dømir kunnu vit nevna Reginu C Svend C, og Markus, sum fer at seta kós móti Føroyum eftir útgerð fyrsta dagin.
Nýggja havransóknarskipið verður útgjørt við nýggjastu tøknini í samband við arbeiðið, sum skal gerast, og pláss verður fyri 32 fólkum umborð. Skipið hevur møguleika at fiska rækjur, botnfisk og uppsjóvarfisk.
Skipið skal lastast grønlandi á várið í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald