Tað er grønlendska reiðaríið Ice Trawl Greenland, sum eigur skipið Nataarnaq, sum hevur undirskrivað sáttmála um ein nýggjan og framkoman trolara, sum skal avloysa núverandi trolaran hjá felagnum.
Nataarnaq er bygdur í 2001, og felagið heldur at tíðin er komin at skifta skipið út.
Talan verður um eitt systurskip til Sisimiut og Avataq, sum Royal Greenland hevur og letur byggja í Spania.
Nýggi Nataarnaq verður knappar 83 metrar langur, og 18 metrar breiður.
Grønlendsk reiðarí hava seinastu tíðina fingið fleiri nýggj og framkomin skip, sum skulu avloysa eldri skip, flestu eru teir frá byrjanini av hesari øldini.
Seinasta dømi var Polar Nattoralik, sum varð handaður Polar Seafood í síðsta mánaða.
Les eisini: Polar Nattoralik - ein stór og spennandi avbjóðing
Skipið legði leiðina á Havnina í samband við, at skipið skuldi hava útgerð frá Vónini. Vónin, og fleiri føroysk feløg hava veitt útgerð til nýggju grønlendsku skipini.
Nýggi Nataarnaq verður latin reiðarínum um vári í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald