2025-08-02 18:06

Tvey grønlendsk skip eru komin til Føroyar at landa makrel.
Polar Ammassak landar 850 tons av makreli til Pelagos, og Polar Amaroq landar 300 tons til Havsbrún, og fer síðani til Kollefjørð at landa umleið 600 tons av frystum makreli.
Polar ammassak og Polar Amaroq hava partrolað eftir makreli í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald