Grønlendskt uppsjóvarskip selt til Afrika

Grønlendska uppsjóvarskipið Tasiliaq er selt, og skal fiska við Mauritania

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-06-16 13:27 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað er eitt felag, har Royal Greenland eigur størsta partin, sum hevur selt Tasiliaq úr Grønlandi.

Tasiliaq, sum ikki er ein ókendur gestur í Føroyum, er mannað við føroyingum og grønlendarum. Seinastu tíðina hevur skipið fiskað svartkjaft í Føroyskum sjógvi.

Sum skilst, so skal skipið nú brúkast til at fiska eitt nú rossamakrel við Maruritania.

Tasiliaq hevur staði á sølulista í eitt longri tíðarskeið eins og Tuneq, sum grønlendingar eisini eiga, og sum eisini liggur meginpartin av árinum í Føroyum.

Hetta skipið skal tó til Grønlands ein av komandi døgunum, har teir skulu fiska makrel.

Tasiliaq plagdi eisini at fiska makrel í grønlendskum sjógvi hesa árstíðina, men soleiðis verður ikki í ár.

Tasiliaq liggur í løtuni á Runavík, har nýggju eigararnir hava yvirtikið skipið, sum nú hevur fingið navnið Ernir.

Tað hevur ljóðað at gomlu eigararnir, sum nú hava selt skipið til Afrika, hava áhugað í at keypa Christian í Grótinum, sum stendur á sølulista.

Systurskipið hjá Christian í Grótinum er longu heimahoyrandi í Grønlandi, og hevur navnið Polar Amaroq.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder