2020-07-26 20:57

Grønlendski trolarin Tuugaalik kom í nátt á Kollafjørð við 450 tonsum, har meginparturin av veiðuni er makrelur.
Teir hava tilsamans 450 tons, har 300 tons eru makrelur, 100 tons av toski, og 50 tons av sild.
Toskin hava teir fiskað í grønlendskum sjógvi, meðan makrelurin og sildin er fiskað altjóða sjógvi.
Mynd: Kiran Jóanesarson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald