2023-07-31 20:41
Grønlendski trolarin Svend C er komin á Fuglafjørð, har skipið skal landa makrel.
Svend C hevur verið á makrelveiðu í altjóða sjógvi, og fikiskapurin hevur verið hampiligur.
Veiðan, sum er omanfyri 1.000 tons av frystum makreli, verður landað til Bergfrost.
Tá ið liðugt er at landa, verður fari ðaftur á makrelveiðu í altjóða sjógvi, har grønlendsk føroysk og russisk skip fiska makrel í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald