Avataq skal landa yvir 1000 tons av rækjum í Nuuk, sum er størsta lastin nakrantíð, sum er landað í Grønlandi.
Talan er um rækjur, sum fara til ídna, og ein partur verður kókaður og seldur til Japan.
Tað er føroyingurin Tordar Dimon, sum hevur verið skipari hendan túrin. Gamla metið var 927 tons, og hesaferð landa teir 1002 tons.
Tað er Royal Greenland, sum eigur Avataq, sum er størsti rækjuttrolarin í Grønlandi.
Skipið er bygt í Spania í 2019.
Avataq hevur fiskað í Vesturgrønlandi, og teir hava roynt í umleið ein mánaða hendan túrin.
Sí eisini: Myndir: Nýggi stoltleikin hjá grønlendingum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald