Innanlands

Gullak Madsen hevur yvirtikið nýggju Ruth

Talan er um sjeyndu Ruth hjá reiðarínum, og um annan nýbygningin hjá Gullak Madsen

2021-09-18 14:19 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Í gjar kom størsta danska uppsjóvarskipið stevnandi á Hirtshals, har skipið hevur heimstað.

Talan er um nýggju Ruth hjá Gullak Madsen úr Kvívík, men sum hevur verið búðsitandi í Hirtshals seinastu mongu árini.

Nýggja Ruth er heili 90 metrar lang, og 17 metrar breið, og er størsta danska uppsjóvarskipið. Tó verður hetta metið tikið fyrst í komandi ár, tá ið Henning Kjeldsen kemur til Skagen við nýggju Gitte Henning.

Nýggja Ruth er bygt hjá Karstensens Skibsværft í Skagen, sum eisini bygdi Ruth frá 2016. Tann Ruth varð seld til Norra í 2019, og tað var eisini sama tíðarskeið, at Gullak Kunngjørdi, at hann fór at byggja nýtt.

Samstundis sum Gullak Madsen seldi, var tørvur á, at hava annað skip at fiska kvoturnar, og tí bleiv avgjørt at keypa eitt eldri skip hjá felagnum, sum keypti Ruth. 

Skipið hevði navnið Slaaterøy, og broytti navn til Ruth, eins og Ruth skifti navn til Slaaterøy.

Nýggja Ruth megnar at lasta heili 3700 tons uttan køling, og er talan um eitt sera framkomið skip, sum Gullak Madsen hevur sniðgivið saman við Karstensens Skibsværft í Skagen.

Skipið verður nú riggað til sildafiskiskap í Norðsjónum, og við fyrsta túrin vera báðir skipararnir, sum eru Mikkjal Godtfred og Hans Jacob Petersen.

Ruth fer væntandi til fiskiskap í annaðkvøld. 

Les eisini: Leggja seinastu hond á Ruth

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder