Gullak Madsen, sum eigur reiðarríið Ruth selur nú stásiliga skipið, sum varð smíðað í 2016.
Hesum boðar reiðaríið frá í dag.
Leysasøgur hava gingið um at Ruth var ávegis til Føroya, men tað verður so ikki á hesum sinni. Ruth verður seld til norska felagið K. Halstensen AS, sum yvirtekur uppsjóvarskipið 4. februar í 2020.
Samstundis keypir reiðaríið Ruth uppsjóvarskipið Slaatterøy frá norska reiðarínum. Tað skipið er bygt í 1997, er 67,4 metrar langt og 13 metrar breitt.
Slaatterøy
Tað hevur ljóðað, at Gullak Madsen var farin undir at fyrireika nýtt skip fyri Ruth, og hetta er ivaleyst ein liður í tilgongdini.
Ruth kostaði knappar 300 milliónir krónur at byggja í 2016.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald