Hagstova Føroya boðar frá, at uppgerðin av avreiðingunum frá januar til oktober 2019 er nú tøk í hagtalsgrunninum. Har eru útgreinaðir upplýsingar viðvíkjandi fiskaslagi, nýttum reiðskapum og keyparabólkum.
Sí útgreiningina her
Talvan niðanfyri vísir, at samanumtikið eru nøgdin av botnfiski og avreiðingarvirðinum voksin rímiliga nógv samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað eru toskur og hýsa, sum draga botnfiskanøgdina upp – ávikavist 61,7 og 71 prosent fleiri tons í ár. Tó eru smá 17 prosent minni av upsa er avreiddur í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald