Innanlands

Halda ikki sjómannadag orsakað av ótta

Hóast tað sambært tilmælunum hevði borið til at havt Føroya Sjómannadag í ár, so verður tað av ongum. Óvissa og ótti er orsøkin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-25 12:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað verður heldur ikki í ár, at tú kanst fara oman á keiøkið í Klaksvík og njóta alskyns mat og alskyns tilboð til børn ókeypis.

Føroya Sjómannadagur í ár verða heldur ikki hildin.

- Hóast læknalig tilmæli beinleiðis mæla til at halda Føroya Sjómannadag, sum ásettur er at verða leygardagin 21. august 2021, so mugu fyrireikarnir staðfesta, at so leingi sum smittulæknar og ymisk frábrigdi av korona áhaldandi eiga yvirskriftirnar í miðlunum er ótti millum fólk – og tí er ógjørligt at fyriskipa Føroya Sjómannadag, siga fyrireikararnir.

- Sambært viðtøkunum er Føroya Sjómannadagur fyrst og fremst ein familjudagur har ættarlið, vinir og kenningar hittast til spæl, skemtunar og hugna‚ samstundis sum vit upplýsa um fiskitilfeingi og fiskivinnuna.

Arbeiðið í sambandi við Føroya Sjómannadag verður gjørt ókeypis og av góðum huga hjá fjøld av fólki‚ sum á ymiskan hátt hjálpa til.

Føroya Sjómannadagur verður aftur tann 20. august 2022, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder