- Fiskurin hevur verið og er enn eitt sindur rak, men teir útróðrarmenn, sum í vetur bóru ótta fyri, at toskurin ikki fór at gýta, tí hann var óvanliga rak, bóru vónandi uppá ógrundaðan ótta. Fyrst í árinum fingu vit væl av toski við rognum, so eg rokni við, og vóni, at gýtingin er í lagið, sigur garvaði skiparin á trolbátinum Fiskakletti, Jógvan Petersen.
Fiskaklettur kom á Klaksvík klokkan eitt í dag og menn byrjaðu at landa við tað sama.
- Vit byrjaðu túrin norður úr Viðoynni, har ein kassi opnaði, men fingu bara 20 kassar, so vit stungu av beinanvegin vestur í I-kassan, sum er norður úr Mykinesi. Har var brúkiligur fiskiskapur, men tá brendu hinir trolbátarnir í fisk norðanfyri. Vit royndu einar tveir dagar í I-kassanum, men fóru so eysturaftur í sama stað, og hava gjørt ein góðan túr, sigur hann.
- Vit hava fiskað í fimm dagar og báturin er fullur. Vit hava 30 tons ella 60 túsund pund, og meginparturin er toskur. Nú toskurin hevur gýtt, er hann hvørki feitur ella rak, men er óivað meiri rak enn vanligt hesa tíðina á árinum. Toskurin norður úr Viðoynni var bæði størri og feitari enn tann í I-kassanum, sigur Jógvan Petersen.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og tíð var bæði til prát, drekka, Guds orð og bøn.
Fiskaklettur fer avstað aftur í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald